SAKARIS
Sakaris Emil Joensen, sonur fólkakæra Martin Joensen, kemur í næstum út við sínum fyrsta fløguútspæli. Sakaris hevur fyri tað mesta arbeitt í bakgrundini sum tónleikari, eitt nú sum bassleikari í Lama Sea, Boys in a Band og hjá Guðrið Hansdóttir, umframt at hann hevur framleitt fyri eitt nú Heiðrik á Heygum. Í 2010 kom hann so fyri fyrstu ferð út við egnum tilfari, tá hann gav út staklagið »In a Box«, og síðani hevur hann brúkt alla orku upp á fløguna, sum kemur út í summar. Talan verður um stramman elektro-popp tónleik,og útgávukonsertin verður á G!
HOGNI
Hogni, ella Høgni Lisberg, letur í summar fjórðu fløguna av hondum. Á undanfarnu útgávunum hevur Høgni spælt alt frá sukursøtum kærleikspoppi til øsandi bluesrock, folk og funk tónleik um búskaparkreppur. Og sambært Høgna sjálvum, so fevnir nýggja útgáva hansara um tónleik, ið er bæði friðarligari og ógvusligari enn nakað, hann hevur gjørt áður. Stakløgini »Under Street Lights« og » Who’s Gonna Save You Now « eru góð dømi um hetta. Hoyrdi tú ikki hesi í Ghetto Føroyar sendingunum hjá Rás2, ber til at fara á Facebook síðuna hjá Ghetto Føroyar og hoyra fyrstnevnda lagið verða framført live, meðan bæði tvey eisini eru at hoyra á soundcloud.com.
Fróði & The Pink Slips
Triðja fløgan hjá bólkinum, har Fróði Hansen, beiggi Guðrið Hansdóttir, er oddamaður, er á trappuni. Bólkurin er mannaður við føroyskum útisetum í Keypmannahavn, har teir hava spælt rættiliga nógv kring danska høvuðsstaðin. Nýggja fløgan hevur fingið heitið »The Mouse« og er hon upptikin í tiltikna Lundgaard Studio Danmark, har bólkurin hevur samstarvað við Óla Poulsen. Fyri góðum hálvum ári síðani kom heitislagið á fløguni eisini út sum sjónbandalag, og síðani hevur bólkurin lagt myndir og sjónbandaupptøkur út á fjepparasíðuna á Facebook frá upptøkuhølunum. 13. juli fæst fløgan til keyps.
MonkeyRat
Tiltikni dugnaligi bassleikarin Arnold Ludvig er saman við konuni Anna Iachino skrokkurin í festliga og skeiva bólkinum MonkeyRat, sum hevur seks ár á baki. Bólkurin letur í summar næstu fløguna, »Sunshine«, av hondum. Fyrsta fløgan, »Fuck the Jantelaw«, fekk sera góða móttøku, har bæði tekstir og tónleikurin spentu ógvuliga víða. Tónleikurin er ein bland av ymsum greinum, sum best kann lýsast sum nakað, ið ikki líkist nøkrum øðrum. Manningin í bólkinum býr øll í Danmark, men í samband við fløguútgávuna spælir bólkurin eisini í Føroyum í summar.
Marius
Marius Ziska, sum er oddamaður og leggur navn til bólkin Marius, verður fløguaktuellur í summar. Marius, sum í dag er 30 ár, fekk sítt gjøgnumbrot sum 16 ára gamal í Prix Føroyar, tá hann og restin av manningini í Flux gjørdust landskendir við lagnum »Mr. Headless«. Síðani hevur hann ment seg nógv sum sangara og ikki minst sangskrivara síðani, og stílurin nú er fólkakendur og akustiskur enn áður. Hetta hevur hann eisini víst uttanfyri landoddarnar, í Íslandi, Kanada og Danmark, og í løtuni er hann á konsertferð í USA.
Kristian Blak
65 ára gamli grand old man í føroysku tónleikavinnuni, syrgir ikki einans fyri, at føroyskir tónleikarar fáa tónar sínar út. Altíð aktivi Kristian Blak hevur eisini gongd í sínum egnu projektum, og í summar kemur enn ein fløga frá hansara síðu. Talan verður um eina útgávu við klassiskum tónleiki, har Anna Klett og Ólavur Jákupsson eisini geva sítt íkast.