Sangheftið klárt

Tey, sum í góðari tíð vilja tryggja sær eitt sanghefti til miðnáttarsangin á ólavsøku, kunnu fara oman í Snarskivuna eftir teimum nú. Sum siður hevur verið seinastu árini, skipar Tórshavnar býráð fyri miðnáttarsangi ólavsøkunátt. Sungið verður á Vaglinum, og roknað verður við stúgvandi fullum miðbýi.

19 føroyskir sangir eru í heftinum, allir vælkendir, og teir fevna frá lívliga »Tað hevur tókt millum føroyingar gaman« sum nummar eitt til stilla og vakra »Nú dagurin at enda er«, sum er nummar 19 og seinasti sangurin í heftinum.

Tað verður Sunleif Rasmussen, sum skipar fyri sanginum, sum byrjar á miðnátt, ella tá Freslunarherurin er liðugu við útimøtið á Vaglinum.

Beint sum sangurin er endaður verður tikið saman. Tað verður Petur Olivar í Hoyvík, betri kendur sum Gimpe, ið skipar føroyska dansin og »vanen tro« verður lagt fyri við Orminum Langa.

Sangheftini eru longu klár, og tey, sum framman undan vilja tryggja sær eitt sanghefti, kunnu nú fara oman á Snarskivuna og ogna sær eitt.

Annars fara skótarnir at býta sangheftir út á trappuni til ráðhúsið, og teir byrja ein tíma undan, at miðnáttarsangurin byrjar.