Sangglaðir klaksvíkingar vitja suðringar

Suðuroyggin fær næstu dagarnar vitjan av KFUM & KFUK kórinum í Klaksvík.

KFUM & KFUK kórið hevur nógvar ár á baki sum streingjakór, og hevur haraftrat latið tvær fløgur úr hondum. Sangirnir ið eru á fløgunum, eru bæði føroyskir og einstakir norðurlendskir streingjakórssangir.

Nú fer kórið so á vitjan í Suðuroy. Skráin hjá KFUM & KFUK kórinum er henda: Í morgin, Kristi Himmalsfaradag kl. 18 verður sungið í missiónshúsinum í Sumba og fríggjakvøldið kl. 20 verður sungið í missiónshúsinum í Vági.

Sangferðin hjá kórinum endar leygarkvøldið kl. 20 í Missiónshúsinum í Porkeri.