Sangglað børn møtast í Fuglafirði

Heimamissiónin skipar enn einaferð fyri Sangdegi Barnanna.

Dagurin 19. mars er dagurin, har øll barnakórini í Føroyum fáa møguleika at framføra og syngja saman við øðrum børnum um Jesus.
Dagurin byrjar í missiónshúsinum Thabor, og sum ein góður endabrestur verður konsert síðani hildin í Menatanarhúsinum. Konsertin byrjar kl 15.00, har øll eru hjartaliga vælkomin.
Í samband við dagin er løgd ein spennandi, men kortini strævin skrá fyri børnini. Tey koma fyrrapartin, og eftir at tey hava fingið ein drekkamunn verður andakt og felagssangur.
Tá klokkan er vorðin 10:30 skal felagskórið venja, og tað gera tey tann næsta tíman. Tá munnu nógv av børnunum vera svang aftur, tí tá skal matpakkin etast, áðrenn felagskórið aftur fer til venjingar kl. 12:30.
Eftir enn ein góðan drekkamunn byrjar so konsertin í Mentanarhúsinum, og varir hon í góðar tveir tímar, tá øll børnini fara hvør til sína bygd og bý.