Sangfuglar í Vesturkirkjuni í morgin

Undir gudstænastu í Vesturkirkjuni í morgin kl. 11.00 kemur kórið Sangfuglarnir at farmføra nakrar glaðar sangir.

 

Kórið hevur vant í Vesturkirkjuni í eina tíð, og hevur kórið verið til í 4 ár.

 

Kórluttakararnir eru fólk við demenssjúku á ellisheimum í Suðurstreymi og nøkur, sum hava dagtilhald har.

 

Soleiðis at koma at syngja og hoyra tónleika er hevur verið til gleði og uppbygging fyri tey.

 

Sanginum og undirspælinum taka Jógvan við Keldu og Jógvan Dahl sær av, og er tað Anna Petra Winther sum skipar fyri saman við Demenstilhaldinum í Skotarók.

 

Veri øll vælkomin í kirkju! heilsar Bergur Debes Joensen, prestur.