Um 150 børn og juniorar eru á sanglegu, har tey venja eina røð av lívligum og innihaldsríkum sangum. Sangirnir fevna víða, og nakrir teirra eru skrivaðir til høvið.
Børnini ganga í 2.-7. flokki, og tey eru eru býtt upp í eitt barnakór (2.-4. flokk) og eitt juniorkór (5.-7. flokk), umframt at øll syngja við einum felagskóri. Umframt sangarar eru dugnaligir kórleiðarar, tónleikarar, leiðarar, kokkar og onnur hjálparfólk við í hesum stóra tiltaki.
Øll venjingin miðar fram móti tveimum konsertum, sum verða í nýggju høllini í Nesvík í dag, klokkan 14.30 og 16.00. Útselt er til seinnu konsertina, men til fyrru konsertina eru nøkur pláss eftir, skrivar trubodin.fo.
Um tað ikki liggur fyri at vera við til konsertina í dag, so er møguleiki komandi sunnudag at hoyra nakrar av sangunum aftur á Stórmøtunum í Høllini á Hálsi í Havn næsta sunnudag klokkan 15.











