Hevur tú sungið í kóri í KFUM og K, Klaksvík, so hygg her:
Leygardagin 17.04.2004 fars vit øll at samlast aftur í KFUM og K, Klaksvík. Vit byrja kl. 9 um morgunin, og verða allan dag í KFUM og syngja ? vit fáa sjálvandi eisini morgunmat, døgurða og nátturða. ? Dagurin endar við eini sangløtu í Christianskirkjuni kl. 19.30, aftaná verður kaffi og hugnaløta í KFUM og K.
Allir fyrrverandi kórleiðarar heilt aftur til 1960 eru bodnir við, og koma væntandi allir. Kórleiðararnir leiða hvør sín sang, og allir sangluttakararnir vera savnaðir í eitt stórt felagskór.
Mong av tykkum hava fingið skrivliga innbjóðing, men longri aftur í tíðina, vit skulu, verri er at finna fram til, hvør hevur sungið við. So, um tú ert ein av teimum ið ikki hevur fingið bræv, er tað als ikki, tí tú er gloymd/gloymdur, tú ert sjálvandi hjartaliga vælkomin.
So? tit, ið hava fingið bræv, og sangarar, ið onki bræv hava fingið, eru øll vælkomin at vera við til dagin. Mint verður á, at freistin at tekna seg til tiltakið er 15. mars 2004. Tilmelding fer fram hjá Jóhannu á tlf. 455837 /223121.