Sangdagur í Hoydølum

Í dag hevur Føroya Studentaskúli og HF-skeið skipað fyri sangdegi fyri næmingunum, og í hesum sambandi er ein pallur settur upp uttan fyri skúlan, sum fólk og flokkar síðani hava havt høvi at nýta til framførslur. Tað er Zacharias Sørensen, sanglærari, sum hevur skipað fyri degnum.

 

Á myndini, sum Ólavur Fredriksen hevur tikið, eru tað fransktnæmingarnir í Hoydølum, saman við tveimum lærarum, ið framføra.

 

Napoleon Smith, lærari, sigur at tey framførdu tveir sangir.

- Fløggini eru frá einum landsdysti millum Føroyar og Frakland fyri nøkrum árum síðani. Tey hava síðani staðið og savnað støv í kjallaranum her, sigur Napoleon Smith. Tey eru tó nýtt til okkurt hendinga høvi millum ár og dag, millum annað tá Marie, prinsessa, vitjaði í Føroyum fyrr í ár.