Sangdagurin er fyri øll børn, sum dáma at syngja, og tí er tiltakið ikki bara ætlað barnakórum. Barnakórini, sum luttaka, hava møguleika at framføra 1 ella 2 sangir.
Tey, sum tóku sær av barnakórinum á sangskeiðnum seinasta heyst, fara væntandi eisini at venja felagskórið, skrivar heimasíðan hjá Heimamissiónini. Felagskórið framførir so sangir sínar á konsertini, sum verður henda sama leygardagin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.