Framløgan av bókini við tekstum og løgum eftir Stanley Samuelsen verður í kvøld klokkan 20 á Reinsarínum í Havn.
Ymisk tónleikainnsløg eru á skránni og til ber at ogna sær bókina.
Stanley Samuelsen Songbók / Songbook inniheldur:
Øll hansara løg frá teimum seks fyrstu fløgunum.
57 sangir við teksti, nótum, talsetingum og altervativum stemmingum.
Yrkingar av okkara frægastu skøldum.
Poetiskar tekstir av Stanley sjálvum.
Kendir sangir eru til dømis ”Um eg kundi kvøðið”, “Tá eg verði gamal”, “Regn” & “Síðsti Gorfuglur”.
"Tá eg á fyrsta sinni hoyrdi Stanley Samulsen live, var fyrsti tankin: Hasin maðurin spælir sum ein dreymur!
Tað, ið kanska serliga eyðkennir henda úrmælingin er, hvussu búgvin hann er í spæli og síni tilgongd til egnu tónlist.
Skjótt varnast tú eisini, hvussu hansara frálíki teknikkur ikki er eitt mál í sær sjálvum, men verður nýttur sum amboð at tæna tónleikinum.
Soleiðis smæðist Stanley ikki við at spæla tað einfalda og halda seg til tað, um tørvur er á tí sum til dømis í rørandi lagnum “Tá eg verði gamal”, og hann himprast heldur ikki við at fara á flog við fimum fingraspæli í einum lagi sum eitt nú “Regn”, ið ljóðar so sjálvsagda lætt – inntil tú sjálvur roynir at spæla tað!
Við hesum bókini gevur sjálvur skaparin av stórum sangskatti okkum innlit í, hvussu løgini eru spæld upprunaliga. Og megnar tú, tá dagur aftnar, at spæla allar sangirnar í hesi bókini; ja so kanst tú av røttum siga, at dagurin og Stanley góvu tær nógv."
Niclas Johannesen, tónleikari, komponistur og framleiðari
“Stanley laver forskellige tunings på sit instrument, og bevæger sig derved i sit helt eget og unikke harmoni- og klangunivers”.
Stig Kreutzfeldt, tónleikari, komponistur og framleiðari.
“Klassiskur føroyskur skaldskapur og nýggj tónlist ganga upp í eina hægri eind í fløgunum hjá Stanley”.
Suni Merkistein, journalistur, Kringvarp Føroya.
Næstu dagarnar eru konsertir á skránni við Stanley; Leygardagin í Fuglafirði, og á kvøldi í Saksun. Sunnudagon verður konsert í Hoyvíkar Kirkju.