Sangbólkurin SALT til Skotlands

Hósdagin 9. desember fer Sangbólkurin SALT til Skotlands. Tey eru boðin at syngja við á eini jólakonsert í Motherwell, sum liggur nakað sunnan fyri Glasgow.

Konsertin verður hildin í Motherwell Civic Centre leygardagin 11. december kl. 19.00 og verður í tveimum pørtum. Í fyrru helvt framførir hvør bólkur einar 4 sangir í part, síðani verður ein steðgur í 20 minuttir. Aftaná steðgin framføra tey so aftur einar 4 sangir í part.

Umframt SALT luttaka The Gospel Heirs, manstrio úr Glasgow, Crystal Clear, kvinnutrio úr Glasgow og Jane Gallan, solosangarinna. Eins og S A L T hava hesi eisini luttikið á Gospel Music Convention í Fraserburgh í Skotlandi.

Konsertin eitur The 6th Annual Christmas Greetings Concert og tað er Crystal Clear sum hevur boðið SALT at syngja við á hesi konsertini.

Heimasíðan hjá SALT er www. salt.fo