Sangbólkurin Keldan í Føroyahúsinum

Sunnudagin 20. novembur kl. 16.30 verður sangmøti í Føroyahúsinum í Keypmanahavn.

 

Sangbólkurin Keldan, sum vitjar í Keypmannahavn, kemur at luttaka og leiða felagssangin. Teir luttaka eisini við vitnisburði og talu. Felagssangurin er settur saman av gomlum og nýggjum sangum, sum vit kenna teir frá møtum í Føroyum.

 

Tað eru eini fimm ár síðan sangbólkurin Keldan sá dagsins ljós. Teir, ið manna bólkin á ferðini í Danmark, eru: Svein Petersen (sang og guitar), Finnbjørn Nielsen (sang og guitar), Otto West (klaver og sang), Ólavur á Váli Olsen (trummur), Per Bech (bass) og Hallgrím Miðberg (steel guitar). Afturat Kelduni luttekur trioin Sela – tað eru systrarnar Anna, Elin og Sólvá. Sangbólkurin Keldan luttekur eisini á møtinum í Kristnastovu sunnudagin 20. november kl. 11.