Sangbólkurin Keldan luttekur á fundi í Ebenezer í Havn sunnudagin.
Á fundinum í Ebenezer sunnudagin kl. 18 luttekur sangbólkurin "Keldan" við sangi, talu og vitnisburði. Teir flestu sum manna Kelduna eru úr Suðuroy. Teir hava spælt og sungið nógvastaðni í Føroyum og eisini uttanlands eitt nú í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.