Á listanum yvir mest seldu føroysku bøkur hjá Rit & Rák í SMS er Okkara Sangbók ovast. Hinar níggju bøkurnar á listanum eru: Føroyar – ein litblettur, Lætt og leskiligt, Góðaráð, Veður og tíðindi í Føroyum, Viking and Norse in the North Atlantic, Krossmessa, Góður matur úr sjónum, Glansbílætasamlararnir og Kaj 2. Enn er jólasølan tó ikki byrjað, og hon plagar vanliga at broyta eitt sindur um listan.