Sangarinnan Vera Lynn er deyð

Unidr øðrum verðinskríggi ferðaðist bretska sangarinnan kring heimin fyri at undirhalda bretsku hermenninar við løgum sum "We'll Meet Again"

 

Bretska sangarinnan Vera Lynn er deyð 103 ára gomul. Hetta skrivar bretska kringvarpið BBC í dag. 

Vera Lynn er serliga kend fyri sangirnar "We'll Meet Again" og "The White Cliffs of Dover".

Unidr øðrum verðinskríggi fekk Vera Lynn sera stóran leiklut, og hon verður av fleiri mett at hava ávirkað hermenninar, so teir ikki mistu mótið.

Hon ferðaðist kring heimin fyri at undirhalda hermenninar við løgum sum "We'll Meet Again" og øðrum.

Undir koronakreppuni hevur Vera Lynn aftur verið aktuell, og sangurin "We'll Meet Again" bleiv eitt nú nevndur í røðuni hjá drotning Elizabeth í apríl.

Tú kanst hoyra ikoniska sangin "We'll Meet Again" niðan fyri her:

##med2##