Popprinsessan Britney Spears hevur av álvara gjørt eitt comeback. Og tað sæst aftur á hennara pengapungi.
Taylor Swift kundi næstan hátíðarhalda sín 23 ára føðingardag sum tann kvinnan innan tónleikaheimin, ið tjenar mest. Hon bleiv tó yvirhálað av eini aðrari damu, sum eftirhondini hevur drúgvar royndir innan tónleikavinnuna.
Tann 31 ára gamla Britney Spears er nevnliga framman fyri yngri starvsfelagan, tá tað snýr seg um inntøkur í ár. Seinastu 12 mánaðirnar hevur Britney forvunnið ikki færri enn 330 milliónir krónur á fløguútgávur, luktilsi og annars sponsoravtalur, skrivar blaðið Forbes. Í fjør lá Britney Spears á einum 10. plássi.
Country- og popstjørnan Taylor Swift forvann 325 milliónir krónur við at hava verið á konsertferð, eina samstarvsavtalu við CoverGirl og nýggju fløguna Red.
Á einum triðjaplássi liggur Rihanna, sum "bara" hevur fingið 300 milliónir krónur í ár.
Eftir hana er daman, sum seinasta ár var á fyrstaplássinum, Lady GaGa. Í ár hevur hon megnað at forvunnið 297 milliónir krónur, meðan Katy Perry hetta árið hevur havt eina inntøku áljóðandi 257 milliónir áðrenn skatt.