Sangarin í rockbólkinum Linkin Park, Chester Bennington, er í dag funnin deyður í íbúð síni í Los Angeles. eftir hann sita kona og seks børn.
Enn er onki at frætta um deyðsorsøkina. Bennington hevur í mong ár havt trupulleikar við alkoholi og rúsevnum, men onki frættist um, hvørt hetta hevur nakað við deyðsorsøkina at gera.
Linkin Park var eittnú frammi við løgunum Numb og What I've Done, og hevur selt 50 milliónir eintøk av útgávum sínum. Bólkurin er júst á tónleikaferð, ið byrjaði í mai, og sum ætlandi skuldi telja 54 framførslur.










