Bruce Guthro, ið var úr Canada, kom við í rockbólkin Runrig úr Skotlandi í 1998, og har var hann við til 2018.
Hann andaðist í gjár, eftir longri sjúkralegu við krabba.
Limirnir í Runrig siga við útlendksar miðlar, at Bruce Guthro var framúr sangari, tónleikari og sangskrivari, og at deyðsboðini eru hjartatyngjandi.
Bruce Guthro var úr Nova Scotia, Canada, og hann hevði eina meira enn 40 ára yrkisleið sum tónleikari.
Hann kom við í Runrig, tá Donnie Munro fír úr bólkinum.
Bruce Guthro gjørdist 62 ára gamal.











