Tónleikavinnari
Honer rólig á palli. Røddin er ógvuliga góð. Og so dugir hon at brúka hana.
Tað heldur Poul Arni Holm verða tríggir av lyklunum til, at Guðrun vann kappingina ?stjerne for en aften? fríggjakvøldið.
Hann var ein av teimum mongu, sum stukku inn á gólvið hjá foreldrunum fríggjakvøldið, tá ið kappingin var av.
Og hann skuldi havt eina hóming av, hvat hann tosar um, tí sjálvur hevur hann drúgvar royndir sum sangari, bæði í Týr og nú í All That Rain.
Hann fylgdi eisini spentur við í kappingini.
?Tá ið tann fyrsti sangarin kom segði eg við meg sjálvan, at hatta ger Guðrun betri. Tá ið eg so hevði hoyrt hana, visti eg, at hon fór at vinna, sigur hann.
Hann heldur, at nú Guðrun hevur vunnið innleiðandi umfarið, hevur hon eisini møguleika at rúka heilt á toppin og at vinna sjálva finaluna.
Men hann heldur, at bara tað at vinna tað innleiðandi umfarið er frálíkt og kann lata nógvar dyr upp.
Tað eru yvir ein millión fólk, sum fylgja við í sendingini. Tað eru eisini nógv, sum hava við tónleik at gera, sum fylgja við. Samstundis førdi 1. plássið við sær, at hon slapp at hava sínar fyrstu almennuframførslur í Danmark longu leygardagin - so hvør veit, hvat hetta kann føra við sær, sigur Poul Arni Holm.
Sí eisini fleiri aðrar greinar í blaðnum