Víðagitni føroyski sangarin Teitur kemur í summar heim til landið, hann
samanber við Hobbalandið hjá Tolkien. Hann fer at spæla eina einastu konsert í Føroyum í summar
G! er í holt við at kunngera endaligu skránna. Nýggjasta navnið er føroyski Teitur, sum er afturvendandi gestur á festivalinum. G! skrivar:
Tá eitt amerikanskt blað spurdi Teit, hvussu heimland hansara er, svaraði hann ?Ímynda tær Hobbabø í Ringanna Harra. Umleið soleiðis eru Føroyar. Googla tað, og tú verður bilsin, at staðið veruliga er til!?
Teitur kemur heim til hetta lítla hobbaland at spæla eina konsert í summar, á G!.
Seinasta fløgan hjá Teiti ?The Singer? gekk sína sigursgongd millum ummælarar eitt nú í Onglandi og Skandinavia.
?Eitt ordiligt tónlistarligt sjómanstak? kallaði Uni Leitisstein Hansen
fløguna.
-Við »The Singer« tekur Teitur endaliga fetið burtur frá at vera ein av
fleiri dugnaligum singer/songwriters, ið flokkast um at vinna sær eitt
breiðari popp-publikum, til at vera tónlistarliga fullkomiliga egin,
segði Uni L. Hansen í ummæli sínum í Dimmalætting.
Teitur fer nú at hava eina røð av konsertum í Onglandi, Írlandi og Skotlandi og skal millum annað spæla á Dot to Dot festivalinum í Nottingham seinast í mei mánað. Í juli kemur Sangarin heim til okkum, til útsiktina, hann kennir so væl. Av pallinum á Gøtusandi.