Sangari breyt beinið undir konsert

Rockbólkurin Defacto hevði bert spælt tveir sangir á spælistaðnum Posten í Odense hóskvøldið, tá ið sangarin Nicklas Sonne gleið. Fallið var so óheppið, at knæið fór úr lið.

Sjúkrabilur kom á staðið, og sangarin fekk viðgerð. Knæið kom upp á pláss aftur, men ætlanin var at avlýsa konsertina. Tað vildi sangarin tó ikki, so restina av konsertini lá hann á gólvinum og sang – við ísi á knænum.

Nicklas Sonne var eftir konsertina koyrdur á sjúkrahús, og har varð staðfest, at hann hevði fingið eitt minni brot í knæið.

Defecto er á einari minni konsertferð í Danmark, og sangarin vissar øll um, at hann ætlar at spæla konsertina lidna.

- Eg fari at siga á einum stóli og syngja og spæla gittar, og so má eg annars royna at rista hárið so nógv, sum eg kann, sigur Nicklas Sonne við BT.