Føroya Symfoniorkestur lýsir nú eftir fleiri sangarum til Kór Føroya Symfoniorkesturs Føroya symfoniorkestur (FSO) framførir minst tvær ferðir um ári verk saman við kóri. Kórið er m.a. fastur táttur í árligu nýggjárskonsertini og er tað okkara mál, eisini at hava eitt stórt kórverk um ári í september mánaði.
Komandi heyst er ætlanain at syngja Requiem eftir Brahms.
Nótarnir eru komnir og verða teir útflýggjaðir í vár, tá ið ætlanin eisini er at ein venjing skal vera. Annars er ætlanin, at kórlimirnir sjálvir skulu venja saman við fløguni, so at tað ikki er neyðugt við so mongum venjingum áðrenn konsertina. At kórkonsertin er løgd í september mánaða, er av teirri orsøk, at konsertin skal fáast aftur um bak áðrenn kórini av álvara fara í gongd við sínar egnu vetrarvenjing, og sostatt ikki órógva kórini meir enn neyðugt.
Hevur tú royndir sum kórsangari og hevur hug til at luttaka í FSO-kórinum, kanst tú møta til eina sangroynd leygardagin 8.desember í Musikkskúlanum á Frúutrøð 1. millum kl. 12.00-ca.14.00. Til sangroyndina skulu tit syngja ein sang tit sjálv velja.
Boð verða givin við telduposti um tú ert upptikin ella ikki.