Á mentanarvikuni mánadagin og týsdagin, 25. og 26. oktober verður master class sangskeið í Runavík. Nú fáa øll ung millum 10 og 18 ár møguleikan at tekna seg til eitt tveir dagar langt master class sangskeið, sum tað verður rópt.
Anna Faroe hevur sjálv gingið á Complete Vocal Institute í Keypmannahavn, har hon hevur lært sangteknikk, og nú fer hon at hava workshop í sangi á mentanarvikuni.
Sjálv hevur Anna Faroe stóran áhuga í at læra frá sær, og tí vónar hon eisini, at ung fara at vísa tiltaki hennara í Runavík stóran áhuga.
Sangskeiðið verður hildið í Løkshøll mánadagin 25. og týsdagin 26. oktober, báðar dagarnar frá klokkan 15.30-18.30.
Luttøkugjaldið til workshop við sangi er 350 krónur fyri hvønn luttakara.
Kunningarstovan í Saltangará kann upplýsa um tilmelding.