Joni Sledge, sum var ein av Sister Sledge, er deyð 60 ára gomul. Hon var funnin deyð í heimi sínum í Phoenix í USA, og sambært amerikanskum miðlum hevði hon ikki verið sjúk frammanundan.
Sister Sledge var ein av stóru bólkunum, tá ið disco-tónleikurin var í hæddini seinast í 70’unum og fyrst í 80’unum. Sister Sledge høvdu risahitt við sanginum We Are Family, umframt at aðrir sangir hjá bólkinum eisini vórðu nógv spældir um tað mundið.
Í 2014 var Sister Sledge í Føroyum, og tá framførdu tær á Spæliplássinum á G! Festivalinum.