Sandy kostar nógvar milliardir

Barack Obama, forseti, fyrireikar seg til at biðja Kongressina um millum 45 og 55 milliardir dollarar til at hjálpa teimum statunum, sum ódnin Sandy herjaði fyri einum mánað síðani.

Sambært BBC snýr tað seg serliga um statirnar New Jersey, New York og Connecticut, sum siga seg hava tørv á 83 milliardum dollarum til at bøta um skaðan av ódnini.

Sandy herjaði ein stóran part av amerikonsku eysturstrondini frá North Carolina fyri sunnan til Maine fyri norðan. Meiri enn 120 fólk doyðu, og nógv túsund fólk eru framvegis heimleys.