Sandvíkssangurin

Lag: Højt over fjellet

Sandvík gitin í søguni er,
Torgrímur Illi búði her,
Sigmundi Brestisson at bana er,
tá hann um fjørðin svam.

Niðurlag:
Sandvík, mín heimbygd, kær tú mær er,
prúðasta bygd í Føroyum tú er,
gitin tú er um landið alt,
aldrin tú gloymast skalt.

Navnið tú bert av sandinum
størstur hann er í landinum
breiðir seg djúpt í dalin inn,
fjøllini standa so svinn.

Borgin hægsta fjallið er,
hagani frá gott útsýni er,
Lítlu Dímun kanst tú sjá,
lítir inn á sandvíksvág.

Tvørgjógv seg inn í landið sker,
ikki bara góð minnir hon ber,
nýggju hon at bana var,
neytakonur vóru tær.

Ásmundarstakkur eitt prýði er,
túsundtalsfuglar hann á sær ber,
maður ein gjørdi roysni har,
Hanus úr Dímun tað var.

Bøin so slættan vit hava sum fá,
øll tey undrast, ið hann hava sjá,
um heystið sáturnar standa her,
skjól fyri pørini er.

Hol seg eitt gjøgnum fjallið sker,
samferðslu góða tað við sær ber,
meiri ófriðaligt tað nú er,
øll mugu sanna her.

Kvøðan til Sandvík nú endar her,
hóast mangt annað at siga er,
tó vit øll kunnu einast um,
at Sandvík av øllum ber.