Sandvíkingur tekur sæti á tingi fyri fyrstu ferð

Fýra varafólk tóku sæti á tingi í dag, men tann eini kann vænta at siga leingi

Á tingfundinum, sum er í dag, hava trý varafólk tikið sæti á tingi.

Fýra tingfólk hava biðið um farloyvi. Trý av teimum eru Johan Dahl úr Sambandsflokkinum, Poul Michelsen úr Framsókn og Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum.

Teir tríggir hava bara farloyvi í stutta tíð, so varafólkini fyri tey verða ikki gomul á tingi.

Varalimur fyri Johan Dahl er Eyðdis Hartmann Niclasen í Vágum og hon hevur longu sitið á tingi síðani nývalda tingið varð sett, men nú heldur hon so fram í nakrar dagar afturat.

Varalimur fyri Steffan Klein Poulsen er Ragnar Ludvig, men hann fær ikki møtt og sostatt verður tað Rani Andrasson Skaalum, sum tekur sæti á tingi í eina tíð. Hann hevur áður sitið á tingið okkurt tíðarskeið sum varamaður.

Varalimur fyri Poul Michelsen er Ruth Vang og hon hevði sæti alt farna valskeiði.

Hinvegin hevur Annika Olsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, eisini biðið um farloyvi. Hon er borgarstjóri í Havn og hevur boðað frá, at hon verður ikki tingkvinna so leingi hon er borgarstjóri.

Sostatt tekur Johan Eli Lyngvej Poulsen úr Sandvík sæti á tingi í dag, og hendur einki óvanligt, verður hann í hvussu so er tingmaður til nýtt kommunustýri hevur tikið við tann 1. januar í 2021. Men heldur Annika Olsen fram sum borgarstjóri, verður hann sitandi.

Hetta er fyrstu ferð, hann hevur sæti á tingi.