Sandvíkingur í bygdaráðið í Hvalba

1. desember fór Trúgvi Gudmundarson í farloyvi frá bygdaráðnum í Hvalba.

 

Sagt verður, at maður kemur í mans stað, og í hesum føri eitur maðurin Sten Spange Larsen, úr Sandvík.

 

Trúgvi Gudmundarson hevur biðið um farloyvi frá 1. desembur og út 2018, so Sten Spange Larsen verður sitandi alt árið.

 

Hetta er fyrstu ferð, at hann situr í bygdaráðnum. Sten Spange Larsen fekk 17 atkvøður á kommunuvalinum í septembur í fjør og gjørdist nummar seks á lista A, sum fekk fimm av teimum sjey býráðslimunum í Hvalbiar kommunu.