Sandvíkingar tiknir á bóli

Seinnapartin í gjár kom stórt ferðamannaskip óvæntað inn á víkina og nógv ferðafólk kom í land

Ferðavinna

Sandvíkingar gløddu við og onkur helt seg ivaleyst síggja yvir seg í gjár, tá ið eitt hvítt skepilisi brádliga fór at daga út úr tí tjúkka mjórkanum á víkini.
Men spøkilsi var tað ikki. Tvørturímóti var tað ferðamannaskipið Hanseatic, sum um morgunin hevði verið á Tvøroyri, sum nú kastaði akker á Sandvíkini.
Og skjótt fóru skjóttgangandi gummibátar at flyta ferðafólk í land og skjótt sóust reyðklødd fremmandafólk í hópatali válandi um gøtur og stræti í Sandvík.
Men sandvíkingar vóru ikki ráðaleysir. Í skundi fingu teir latið kirkjuna og fornminnissavnið í bygdini upp og har var nógv fólk inni á gólvinum.
Ferðafólkið var sera áhugað í frímerkjum og postkortum og tað bar so væl til, at ein handil hevði verið í bygdini, sum var nýliga afturlatin, men tey høvdu so enn nøkur postkort eftir, sum ferðafólkið fekk. Og onkur beinasamur sandvíkingur rendi seg á posthúsið í Hvalba eftir frímerkjum til ferðafólki.
Annars gingu tey um bygdina og eygleiddi og avmyndaðu og summi hildu seg óivað verða komin til verðsins enda, tí tey spurdu, hvat í víðu verð sandvíkingar livdu av og um mann hevði sjónvarp í einum fjarskotnum staði, sum hesum.
Annars vóru tey blíð og fryntlig og positivt forvitin.
Men sandvíkingar harmast um, at teir komu at standa púra ófyrireikaðir til eina vitjan sum hesa og at teir ikki fingu boð frammanundan, so at teir fingu tikið betri ímóti gestunum.....