Hóast fólkatalið í bygdini ikki veksur, hevur kommunan ikki mist mótið. Í næsta mánaði verður aftur skipað fyri einum stórum trivnaðartiltaki.
Eitt slíkt tiltak varð skipað í fjør, við so góðum úrsliti, at avgerð nú er tikin um at endurtaka tað.
- Vit fingu sera góðar afturmeldingar eftir tiltakið í fjørsummar, og tí ynskja vit at gera tað aftur, sigur borgarstjórin á Sandi, Brandur Sandoy.
Tá fíggjarætlanin fyri 2012 varð samtykt í novembur í fjør, varð játtanin til trivnaðarkontoina somuleiðis hækkað úr 140.000 krónum, sum játtanin hevði verið í nógv ár, og uppí 300.000 krónur.
- Ja, vit hækkaðu játtanina, tí vit meta at brúk er fyri tiltøkum sum kunnu samansjóða bygdarlívið og styrkja okkara samleika sum heimasandsfólk, vísir borgarstjórin á. Endamálið er eisini at leggja børnunum góð minni í skjáttuna úr staðnum, har tey vuksu upp.
Hetta tiltakið verður fyriskipað saman við Virkinum, soleiðis at allur føstulávintsleygardagurin verður ein samanhangandi eind, líka til tunnurnar í Virkinum eru komnar niður og kattakongarnir eru funnir.
Ætlanin er somuleiðis at skipa fyri fleiri øðrum tiltøkum í ár. Hesi verða somuleiðis fyriskipað saman við áhugabólkum í bygdini.