Tað er ikki óvanligt at síggja fylgisveinamyndir, sum vísa, at sandur og dust reka frá Sahara-oyðimørkini út yvir Atlantshavið, men helst kemur tað óvart á mong, at sandurin kann fara við vindinum heilt vestur til Caribia og Florida.
Kortið her er gjørt eftir skrásetingum hjá Suomi National Polar-orbiting Partnership í hesum mánaðinum, og har sæst týðiliga, at sandur og dust reka frá Sahara yvir um Atlantrshavið og vestur ímóti Caribia og Florida.
Danski veðurmaðurin Søren Jacobsen skrivar á heimasíðuni hjá DR, at meginparturin av sanddustinum er millum hálvanannan og tveir kilometrar uppi í luftini, tá tað fer vestur um hav.










