Í kvøld, meðan ung og tilkomin í hópatali leita sær til Klaksvíkar á summarfestival, stevndi línuskipið Sandshavið við fleiri ungum monnum umborð út eftir vánni og setti kós móti Eysturgrønlandi.
Á facebook-síðu í kvøld liggur viðhefta mynd av Sandshavinum, sum stevnir út eftir Sandsvág.
Borgarstjórin í Skálavíkar kommunu, Linjohn Christiansen, ið siglur sum skipari í Grønlandi, hevur hesa viðmerking undir myndini av línuskipinum, nú leiðin ber til Grønlands:
“… er annað beinið komið inn um hjá Royal Greenland, er bert hitt beinið eftir. Samarbeiði landanna millum er vegurin…”
Hin 24. juli hevur Brandur Sandoy, sum tá júst er afturkomin av túri við Sandshavinum, hesa viðmerking um ungu menninar umborð:
“… havi farnu vikuna havt tann heiður at vera partur av manningini á Sandshavinum henda stutta túr fyri ólavsøku. Eg má siga, at hetta eru nakrir ungir og heilt framúrskarandi línumenn, sum flestu teirra eru av Sandi…”
Og Brandur Sandoy, sum bæði er borgarstjóri og løgtingslimur, leggur aftrat:
“… at uppliva, hvussu kvikir og hugaðir teir eru at vinna sær, kommunu og landi valuta er eitt satt upplivilsi. Alt rós og alla æru vert, sum vit øll eiga at meta høgt…”
Í kvøld loysti so Sandshavið aftur, og ungu menninir umborð stevna longu leiðina vestur um hav - til Grønlands at veiða blankan tosk.