Sandur: - Tað var uppá tíðina, at vit fingu ein nýggjan skúla, sigur ein manna av Sandi, og sum var ein av áhoyrarunum á bygdarráðsfundinum í gjárkvøldið.
Málið um barnaskúlan á Sandi hevur stóran áhuga millum bygdarfólkið, og hetta sást eisini aftur á fundinum í gjárkvøldið. Omanfyri 30 heimasandsfólk vóru á fundinum.
- Lærararnir hava verið sera tolnir, má eg siga. Høvdu fólk bara vitað, hvussu vánaligar umstøður vóru í skúlanum, so var skúlin langt síðani komin, sigur henda kvinnan.
Hon var ein av teimum, sum kundi fegnast um samtyktina at byggja tann nýggja skúlan, og sum skal standa liðugur 15. desember í ár.
Nýggi skúlin verður um 800 fermetrar til støddar og fer at liggja beint við ætlaða sparkivøllin á Sandi. Hann verður gjørdur í einari hædd við seks skúlastovum.
Tvey uppskot
Bert eitt mál var á skránni til fundin í gjárkvøldið: Endalig støðutakan til barnaskúlan á Sandi.
Undir framløguni vísti borgarstjórin, Páll á Reynatúgvu á, at hetta var eitt gamalt mál. Undanfarna bygdarráðið vísti á staðið til eina plasering, og tað hevur hetta bygdarráðið so hildið fast við.
Í summar var farið undir eitt partalagssamstarv við byggifyritøkuna Articon og Selmar Nielsen, verkfrøðing um tann ætlaða skúlan, sum skuldi verða í tveimum hæddum.
- Tað vísti seg seinni, at henda verkætlanin fór at gerast alt ov dýr fyri okkum, vísti borgarstjórin á.
Meirilutin í bygdaráðnum heitti síðani á hann um at finna fram til eina aðra loysn. Og henda loysnin gjørdist so hon, sum nú varð endaliga samtykt.
Her er talan um ein skúla við fimm samanhangandi lonum, og við seks skúlastovum í mun til tær fimm, sum fyrra uppskotið legði upp til.
Til støddar er skúlin 792 fermetrar og fer at kosta 7 mió krónur uttan mvg. Við innbúgvi og øðrum fer tann samlaði kostnaðurin at liggja um 9 mió.
Tørvur á skúlanum
Ein av bygdaráðslimunum á Sandi, Lis Clementsen sigur, at tað er tíð uppá at bygdin fær ein slíkan skúla.
Í nýggja skúlanum kunnu næmingar heilt upp til 5. flokk ganga, í mun til verandi skúla har næmingarnir annars fóru í Meginskúlan at ganga, tá teir komu so langt.
- Í ár hava vit so tikið 5. flokk heim higar, sum eina roynd. Hetta er gjørt tí tørvur hevur verið bæði á lærarum og á hølum í Meginskúlanum.
- Við hesum skúlanum kunnu vit eisini taka 6. flokk heim, um tað gerst neyðugt, sigur Lis, sum eisini er forkvinna í trivnaðarnevndini í Sands kommunu.
Í dag ganga beint niðanfyri 50 næmingar í barnaskúlanum á Sandi. Í tí nýggja er pláss fyri 80. Men er tørvur á so stórum skúla?
- Ja, sigur Lis. – Vit síggja ljóst uppá framtíðina. Tað eru eini 60 børn í barnagarðinum og áhugi er eisini fyri at búseta seg her í kommununi.
- So vit vænta, at tørvurin verður til staðar!
Tolnir lærarar
Verandi skúlin á Sandi hevur 125 ár á baki næsta ár. Hóast hann er vorðin umbygdur og umvældur gjøgnum tíðirnar, lýkur hann als ikki krøvini til ein slíkan skúla í dag.
- Umstøðurnar á skúlanum er trupult at greiða frá við orðum. Tær mugu simpelthen bara upplivast, sigur Lis.
Nú 5. flokkur kom heim í bygdini at ganga, hava tey leigað seg inn í eitt høli í grannalagnum. Og umstøðurnar hjá lærarunum hava verið so vánaligar, at tann lítli køkurin hevur virkað bæði sum matstað, skrivstovu og annað.
- Lærararnir hava verið sera tolnir alla hesa tíðina. Men nú tann nýggi skúlin kemur, verður tað munandi øðrvísi hjá teimum, slær Lis fast.
Sum at byggja sethús
Tað er Bulur sp/f á Signabø sum skal byggja tann nýggja skúlan.
Fyritøkan hevur síðani í 1988 bygt sethús, og í 1998 fóru teir eisini undir at byggja hús fram eftir jørð í einari hædd.
- At hesin skúlin varð áhugaverdur í okkara høpi kemur einfalt av tí, at hetta er í roynd og veru ikki annað enn at fimm eittplanshús sum verða samanbygd.
- So hetta er eitt fínt konsept fyri okkum, sigur Jákup Suni Joensen, annar av eigarunum av Bulur.
Eftir bygdarráðsfundin á Sandi í gjárkvøldið varð byggisáttmálin undirskrivaður av Jákup Suna og Páll á Reynatúgvu, borgarstjóra á Sandi.
Næsta stigið verður at kommunan skal gera økið byggibúgvið, og síðani verður farið undir gerð av sokklinum, samstundis sum aðrir fara undir elementini á verkstaðnum á Signabø.
Alt arbeiðið skal verða liðugt, soleiðis at sandsbørn kunnu dansa jólatræ í nýggja skúlanum seinni í ár.
Ikki full semja
Tað var ikki eitt samt bygdarráð sum tók avgerðina um at byggja nýggja barnaskúlan á Sandi.
Fyri uppskotinum vóru 4 atkvøður, meðan 3 vóru ímóti. Fyri uppskotinum vóru Páll á Reynatúgvu, Tórur Johannessen, Lis Clementsen og Bjarki Henriksen, meðan hesir tríggir vóru ímóti: Poul Klementsen, Jógvan K. Mortensen og Fríði Nolsøe.
Á fundinum vísti minnilutin á, at málið varð alt ov illa lýst og at teir ikki hildu seg hava fingið allar upplýsingar í hesum stóra og kostnaðarmikla málinum. Teir søgdu seg einki vita um skúlan, einki um innihaldið og einki um kostnaðin – ikki fyrrenn hesir upplýsingarnir vórðu lagdir fyri teir á sjálvum fundinum.
Teir tríggir í minnilutanum mótmæltu tímannagongdini í samband við viðgerina av málinum. Men tá atkvøtt var um uppskotið, var tað kortini samtykt.
Meirilutin drepur Sandoynna
Tað vóru ikki øll, ið vóru eins fegin um avgerðina í bygdaráðnum í gjárkvøldið.
Ein teirra er Hans Meinhard Midjord, sum er stjóri í byggifyritøkuni Settlers.
Á einum lesarabrævi í blaðnum í dag vísir hann á tað løgna í, at við hesum sáttmálanum uppá umleið 9 mió. krónur er, at størsta privata fyritøkan á Sandi, Sp/f Settlers, sum fæst við at smíða hús, als ikki fekk møguleikan at bjóða upp á arbeiðið.
- Hetta hendi, hóast fyritøkan hevur 14 mans í arbeiði, harav fýra lærlingar eru úr Sandoynni, vísir hann á.
Og Hans Meinhard endar lesarabræv sítt – sum annars er at finna orðarætt aðrastaðni í blaðnum – soleiðis:
“Flakavirkið á Sandi er nú mest sum afturlatið og seinast skipið og fiskiloyvi stendur nú til sølu, so tá ið kommunan á slíkan hátt vanvirðir lokalu arbeiðsgevarnar er lítil vón um vaksandi virksemi. Tí eru framtíðarvónirnar fyri arbeiðsplássum og trivnað í hjá borgarunum á Sandi ikki góðar við verandi meiriluta”.