Sands kommuna viðger hjálp til skálavíkingar

Mánadagin fer bygdarráðið á Sandi at viðgera eitt uppskot um hjálp til Skálavíkar kommunu eftir skaðarnar í bygdini -Uppskotið er í størri mun av súmbolskum týdningi heldur enn fíggjarligum, sigur borgarstjórin á Sandi, Páll á Reynatúgvu.

-Við hesum ynskir Sands Kommuna at rætta Skálavíkini bróðurhond í royndini at koma fyri seg aftur eftir Kyndilsmessuódnina í 2008, leggur hann afturat.

Páll á Reynatúgvu heldur, at støðan í Skálavík má metast at svara til tað, sum verður kallað undantaksstøða í grannalonudm okkara. Tí heldur hann, at tað er einki at ivast í, at ein partur av skaðunum av ognum hjá kommununi eiga at vera fevndir av neyðrættinum hjá løgmanni.