- Sands kommuna hevur skrivað søgu við, at tveir brøður, brøðurnir á Heyggi, eru valdir í formansskapin.
Soleiðis skrivar Sands kommuna á sínum Facebook-vanga í morgun.
Sagt verður, at Kristian Oskar Henriksen er valdur til borgarstjóra og bróður hansara, Bjarki Henriksen, er valdur til varaborgarstjóra.
Tað var í gjár, hin 14. november, at nývalda bygdarráðið á Sandi skipaði seg.
Brøðurnir, Kristian Oskar Henriksen og Bjarki Henriksen, vórðu fyrst og næst valdir á lista C, sum fekk fýra umboð á valinum.
Listi A fekk trý umboð.
##med2##
Nývalda bygdarráðið er mannað soleiðis: Listi C (Kristian Oskar Henriksen, Bjarki Henriksen, Gunn Dania Sundstein og Rúni Winther). Listi A: (Brandur Sandoy, Poul Klementsen og Hallur Jensen).
Hetta verður sagt á Facebook-vanganum hjá Sands kommunu í morgun.