Fyrr í ár lýsti Sands kommuna eitt starv leyst sum trivnaðar- og ferðavinnumennari fyri kommununa. Talan var um eitt nýtt starv og borgarstjórin, Brandur Sandoy, segði tá við In.fo, at nýggja tíðin krevur nógv av kommununum.
- Nú vit nærkast Sandoyartunlinum við risafetum, síggja vit tað meiri neyðugt enn nakrantíð at marknaðarføra kommununa, bæði á ein og annan hátt. Vit vilja vera frammi í skónum, sum vit kunnu rópa tað, og vit vilja verða við til at mynda framtíðina - okkum at frama.
Brandur Sandoy segði, at viðkomandi, sum settur verður í starv, eitt nú skal arbeiða við at lýsa fyrimunir, sum eru við at flyta til Sands, fyrimunir, sum kommunan hevur í ferðavinnuhøpi, skipa fyri og samskipa tey trivnaðartiltøk, sum kommunan skipar fyri og harvið leggja hesi í eina fasta legu.
- Trivnaðar-og ferðavinnumennarin skal passa heimasíðu og facebook-síðu hjá kommununi og siga frá teimum góðu søgunum, ið henda hvønn dag, men sum eftir okkara tykki fáa ov lítla rúmd í miðlunum. Hetta verður eitt spennandi starv, sum Sands kommuna vónar, at onkur ágrýtin og virkisfúsur persónur kundi hugsað sær.
So mong vóru orðini. Men, hóast starvið varð lýst leyst, og onkrar umsóknir vóru, varð starvið - tá til stykkis kom - ikki sett.
Brandur Sandoy, borgarstjóri, váttar, at Sands kommuna ikki hevur sett starvið og soleiðis, sum In.fo skilir, verður starvið neyvan lýst leyst aftur og sett av núsitandi bygdarráði. Tíðin til kommunuval er farin at styttast, og mangt bendir á, at hetta mál í øllum førum kemur at bíða til eftir kommunuvalið.