Umframt, at Brandur Sandoy hevur latið løgregluni eitt av teimum hóttanarbrøvum, hann hevur fingið frá Sea Shepherd-viðhaldsfólki seinastu dagarnar, hevur hann eisini vegna Sands kommunu latið løgregluni eitt annað mál at taka sær av.
- Tað var leygardagin hin 23. august, at Sea Shepherd fekk greið boð frá Sands kommunu um, at tey skuldu ikki koma inn um grótkastið við sínum bátum.
Brandur Sandoy sigur, at hóast hesi boð, var Sea Shepherd í grindadrápinum á Sandi leygardagin innan fyri havnamerkið við øll trimum bátunum.
- So, nú er Sea Shepherd eisini meldað frá okkara síðu fyri at hava gjørt ímóti hesum boðum okkara, sigur borgarstjórin í Sands kommunu.