Á myndini eru Haraldur Símunarson Hammer vegna Seinastu heilsan og Heri Sverrason, borgarstjóri í Sands kommunu. Tað vóru teir báðir, sum undirskrivaðu avtaluna um líkvognskoyring.

Sands kommuna gjørt sáttmála um líkvognskoyring

Sáttmálin, sum er undirskrivaður millum partarnar, sigur, at jarðarferðartænastan átekur sær at koyra øll lík, sum verða grivin í Sands kommunu.

Á myndini eru Haraldur Símunarson Hammer vegna Seinastu heilsan og Heri Sverrason, borgarstjóri í Sands kommunu. Tað vóru teir báðir, sum undirskrivaðu avtaluna um líkvognskoyring.

Sands kommuna hevur í eina tíð havt avtalu um líkvognsflutning við fyritøkuna, Seinasta heilsan.

 

- Flutningurin er fyri øll, sum fáa sín seinasta hvíldarstað á Sandi, og flutningurin er uttan kostnað fyri avvarðandi.

 

Tað siga tey í Sands kommunu í dag.

 

Sáttmálin, sum er undirskrivaður millum partarnar, sigur, at jarðarferðartænastan átekur sær at koyra øll lík, sum verða grivin í Sands kommunu.

 

- Tænastan fevnir um koyring úr kapellinum ella aðrastaðni og til Sands kirkju ella frá heiminum til kirkjuna.

 

Í Sands kommunu siga tey, at avvarðandi, sum vilja brúka hesa tænastu, skulu tey ringja til Seinasta heilsan á tlf. 513070.

 

- Seinasta heilsan hevur egnan bil til endamálið, og bilurin skal til eina og hvørja tíð vera í nøktandi standi og hava eina útsjónd, sum hóskar seg til tænastuna.

 

Sands kommuna vil við hesi tænastu um líkvognskoyring sýna samkenslu, virðing og tøkk.

 

- Ynskja avvarðandi sjálvi at skipa fyri flutningi, hevur kommunan virðing fyri hesum, siga tey í Sands kommunu í dag.

 

 

 

 

 

Á myndini eru Haraldur Símunarson Hammer vegna Seinastu heilsan og Heri Sverrason, borgarstjóri í Sands kommunu. Tað vóru teir báðir, sum undirskrivaðu avtaluna um líkvognskoyring.