Sands kommuna fær nýggjan borgarstjóra

Í morgin leggur Brandur Sandoy frá sær sum borgarstjóri á Sandi – fyribils fram til nýggjárs

– Hetta er ein spennandi tíð at sita í lokalpolitikki á Sandoynni, tí framtíðin er bjørt fyri økið. Tað er tí við góðum treysti, at eg lati ábyrgdina fyri kommununi frá mær. Tað skrivar Brandur Sandoy á facebook. Tað er nú eitt ár fram til komandi kommunuval.

Fríggjakvøldið hevur Brandur Sandoy, tingmaður hjá Fólkaflokkinum og borgarstjóri á Sandi, skrivað á facebookvangan hjá sær.

– Eg havi í dag boðað kommununi frá, at eg frá mánadegnum av ikki veriđ tøkur at røkja kommunustýrissessin, fyribils fram til árslok.

– Komandi tíðina fari eg at hugsavna meg um at tæna landinum og økinum øllum, iđ eg komi úr. Ynski kommunustýrinum á Sandi hepna hond viđ fíggjarætlanargerðini og komandi tíðini, ið er ein tann mest spennandi í Sands søgu. Ansi væl eftir felagskassanum, skrivar Brandur Sandoy á facebook.

Sambært sandoyggin.fo er Eyðvarur Petersen, varaborgarstjóri. Tað verður tí helst hann sum skal í borgarstjórasessin fram til nýggjárs, um ongin onnur broyting fer fram áðrenn tað.

Sambart heimasíðuni hjá Føroya kommunufelag sita hesi í bygdaráðnum:
A Brandur Sandoy, borgarstjóri (80 atkvøður ) 
A Eyðvarur Petersen (34 atkvøður ) 
A Poul Klementsen (27 atkvøður ) 
A Bjarki Henriksen (23 atkvøður )

C Heri Sverrason (29 atkvøður )  
C Jóan Hendrik Egholm (27 atkvøður ) 
C Hanna á Reynatúgvu (19 atkvøður )

Atkvøðutalið er sambart valúrslitinum frá 2016.