Sands bygd pláss í hjartanum

-Onkur her heldur tað kanska vera løgið, at eg byggi húsini á Sandi. Hjá mær, í mínari verð, er tað logiskt. Har eri eg føddur, har í bygdini livdi eg mín barndóm og partvís ungdóm. Eg helt og haldi, at har er tað ideella plássið at vaksa upp. Bygdin eigur enn tann dag í dag pláss í hjartan um segði Sofus Olsen m.a. í takkarrøðu síni á samkomu í Miðlahúsinum fríggjadagin. Vit prenta røðu hansara:

-Fríggjakvøldið í seinastu viku við tíggjutíðina kom Jan Müller, blaðstjóri, á gátt. Aftaná, at vit eina løtu høvdu tosað um leyst og fast, kom Jan knappliga við fyrispurningi, um eg vildi taka við heiðrinum ÁRSINS MAÐUR í Føroyum í 2005. Eg hvakk við, var tikin á bóli og sýtti. Men endin kom at verða tann, at Jan fór avaftur húsunum sigursharri. Eg "gave in", kapituleraði. Seinri havi eg frætt, at tað vóru lesarar blaðsins, sum høvdu atkvøtt og tíverri má eg hava fingið flestar atkvøður.

Orsøkin til úrslitið er opinbar, hon er listaskálin, eg seinasta ár lat byggja á Sandi og sum var nokk so nógv umrøddur í øllum fjølmiðlunum. Lat meg sláa fast, at hann ikki er bygdur fyri, at eg skuldi verða heiðraður, róstur ella umrøddur. Tílíkt liggur langt frá mær. Húsini vórðu eina og aleina bygd fyri, at listaverkini á Tinghúsvegnum 27 ikki skuldu spreiðast í allar ættir og par tvís fara av landinum. Tey skuldu hava tak at koma undir. Tað og einans tað var motivið, als einki annað.

Annars skal eg nýta høvi at takka teimum trimum monnunum, sum gjøgnum tíðina hava staðið mær við lið, hava hjálpt mær at fáa húsini har suðuri upp at standa, liðugt bygd. Tað vórðu tey 10. desember, føðingardagin hjá mær, soleiðis sum skrivað stóð í byggisáttmálanum. Typiskt fyri Jón og Articon, altíð lidnir til ásettu tíðina.

Teir tríggir eru Tórmóður Djurhuus, advokatur, sum hevur tikið sær av tí juridiska og sum hevur verið við frá fyrsta degi. Tórmóður var fyrsti maður, sum eg nevndi fyri, at eg eventuelt fór at byggja listaskála á Sandi. Hetta hevur verið á sumri 2000 fyri meira enn 5,5 ári síðani. Hann eggjaði mær at fara undir tiltakið, ongatíð ov skjótt. Men tað skuldu ganga 4 ár, at ætlanin var eitt dulsmál okkara millum.

Síðani er tað Palli Gregoriussen, arkitektur. Hann teknaði húsið og var í byggitíðini altíð tøkur við góðum ráðum og leiðbeiningum.

"Last but not least" Jón Danielsen, stjóri í Articon. Hansara dugnaligu menn bygdu húsini og lótu úr honum eitt vælaverk, eitt frálíkt handverksarbeið, "second to none", tað er eingin, sum hevði gjørt tað betur.

Var tað ikki fyri hesar tríggjar, Jón, Palla og Tórmóð, so hevði eingin nýggjur bygningur staðið á matr. 271 á Sandi í dag. Hjartans tøkk allir tríggir.

Onkur her heldur tað kanska vera løgið, at eg byggi húsini á Sandi. Hjá mær, í mínari verð, er tað logiskt. Har eri eg føddur, har í b hygdini livdi eg mín barndóm og partvís ungdóm. Eg helt og haldi, at har er tað ideella plássið at vaksa upp. Bygdin eigur enn tann dag í dag pláss í hjartan um. Eitt annað, sum taldi, var, at ættin hjá mær hevur búð í bygdini í meira enn 400 ár, í hvussu er síðani 1598. Og so átti eg ein jarðarteig har at byggja á. Loksins tøkk til tín Jan fyri heiðurin og eisini ein tøkk til tykkum, sum atkvøddu fyri mær. Stóra tøkk!