Sandoyingur vunnið 1,1 millión

Í pengaspælinum hjá danskespil, Keno, var ein sandoyingur so heppin í dráttinum fyrrakvøldið, at hann vann 1,1 millión krónur.

Í pengaspælinum hjá danskespil, Keno, var ein sandoyingur so heppin í dráttinum fyrrakvøldið, at hann vann 1,1 millión krónur.

 

Hann hevði verið inni á Effostøðini á Sandi undan vikuskiftinum og keypt Kenoseðil, og sunnudagin klokkan 14, tá drátturin varð almannakunngjørdur, kundi sandoyingurin staðfesta, at hann var tann hepni vinnarin av 1,1 millión.

 

Hesin sandoyingurin er tí í Havn í dag, tí slíkir vinningar mugu avgreiðast í einum banka, og ein slíkur finst ikki á Sandoynni - í hvussu er ikki ein, ið er opin dagliga.

 

Tað kann tí væl hugsast, at rakettirnar í ár verða væl størri og shampagnan heldur dýrari, enn annars ætlað.