Sandoyingur til AB

19 ára gamli Rasmus Nielsen skal í komandi kappingarári spæla við AB. Tað skrivar heimasíðan hjá felagnum.

Rasmus Nielsen hevur seinnu árini spælt við barndómsfelagnum B71. Men nú sandoyingar skulu spæla í næstbestu deildini, velur hann at royna seg á Argjum.

- Vit hava stórar vónir til hansara. Vit eru sera spentir at fáa hann út á Argir, sigur Sjúrður Olsen, næstformaður í nýstovnaða FC Argir, við heimasíðuna.

Rasmus Nielsen er framrættaður miðvallari.