Sandoyingar volaðu í Gundadali

1. DEILD: Aftur í kvøld var Valdemar Schousboe tvífaldur málskjútti

B71 fór í kvøld av ovara vølli í Gundadali við 4-0 sigri. Harvið er B71 á sætta plássi við 29 stigum, og HB, sum legði rygg til trivaliga tapið í kvøld, er á fimta plássi við 30 stigum.

Valdemar Schousboe heldur stásið við líka sum málskjútti. Hann setti hol á, tá ið eitt stórt korter var farið, og hann økti til 3-0 í tíðini, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki. Tríggjar minuttir undan steðginum skoraði Hans Oddson Hentze.

4-0 málið skoraði Jonas Warner fimm minuttir eftir steðgin.

Valdemar Schousboe hevur nú skorað 10 mál í níggju dystum ella meiri enn eitt mál í miðal fyri hvønn dystin.

Annan leygardag fær B71 vitjan av B36, meðan HB skal spæla á útivølli ímóti oddaliðnum Víkingi.