Sandoyingar vinna hvørja ferð

Fótbóltur: Tað ger B36 eisini, meðan HB varð eyðmýkt í Klaksvík og er einasta liðið, sum framvegis einki stig hevur fingið

At B36 fór at verða millum oddaliðini alla tíðina, mundu tey flestu rokna við, longu tá kappingarárið í fjør endaði. Sum vit hava nevnt fyrr, so átti stóra felagið nóg mikið av góðum fólki til at halda sær í 2. deild í fjør, men fram móti kappingarenda kiksaði alt, og teir fluttu niður. Jacob Thomsen hevur í ár ábyrgdina av næstbesta liðnum, og setningurin hjá honum er greiður. Hann skal syrgja fyri at fáa eykaspælararnar hjá besta liðnum upp aftur í 2. deild. Til at hjálpa sær við tí hevur hann nógvar ungar spælarar, sum hann áður hevur vant bæði í dreingjadeildini og unglingadeildini, og higartil hevur tað gingið uppá stás.

Meiri óvæntað er tað, at B71 hevur so nógvan undanvind. Í fjør stóðu teir seg væl og virðiliga í deildini ? tá fingu teir 19 stig ? og í ár tykjast teir ætla sær væl longri upp. Eftir trý umfør hava teir fingið knappan helmingin av úrtøkuni frá í fjør, og teir eru á odda við betri málmuni, enn teir í B36 hava. Og so skal leggjast afturat, at sandoyingar hava vunnið seks av teimum níggju stigunum í útidystum, sum á pappírinum ikki áttu at verið heilt lættir.

Klaksvíkingar gjørdu rættuliga kál á HB. At málmunurin betraðist so nógv hjá KÍ kann fara at vísa seg at koma væl við bæði fyri hugin at manna liðið og spæla og ikki minst, tá støðan skal gerast upp eina ferð í heyst.


GÍ-VB 3-3 (1-3)

Fyri fyrstu og higartil einastu ferð á árinum endaði ein dystur við javnleiki. Gøtumenn plaga at standa seg væl, og teir eru á fjórða plássi, men úrtøkan higartil hevur ikki verið nakað at reypa av.

Hesa ferð fingu teir eitt stig, men tað var um reppið, at teir einki fingu. Høgri vongverjin hjá VB, Birgir Nielsen, sá gult fyri aðru ferð, tá eitt korter var eftir. Tá var VB á odda 3-1, og við ellivu móti tíggju megnaði GÍ at javna. Í báðum førunum skoraði miðvallarin Jóhannes Petersen. Fyrra málið fekk hann eftir horna, og hitt seinna eftir innlegg úr høgru og trunkaspæl. Tá var vanliga leiktíðin farin.

VB kom á odda beinanvegin, tá GÍ verjan við Jesper Olsen sending inn fyri egið mál spældi Dan Djurhuus leysan. Høvuðsleikari allan 1. hálvleik var annars Bergur Winther hjá VB, sum við sínum skjótleika setti heimaverjuni grá hár í høvdið. GÍ hevði bóltin meiri, men tað var mest vandamikið, tá Bergur Winther hevði bóltin. Hann rann frá øllum og økti til 2-0, og tað var hann, sum fekk fríspark dygst uttanvert brotsteigin. Mikael í Lágabø sendi í málið til 3-1, eftir at bólturin hevði tikið í ein gøtumann á vegnum. Eftir fríspark í høgru hevði Hans Jákup á Líknargøtu frammanundan minkað um munin til 1-2.


KÍ-HB 11-1

Úrslitið talar fyri seg. Áskoðararnir, sum í dystunum millum bestu liðini hjá somu feløgum einki mál høvdu sær, og sum stóðu tolnir og bíðaðu, fingu mál fyri allar pengarnar. Eykamenninir hjá KÍ, ið ikki vórðu settir inn í dystinum millum bestu liðini (Finn Baldvinsson og Niclas Niclassen) spældu í 3. deild, og so var gamli málslúkurin og sjómaðurin Sørin Petersen aftur at síggja á vøllinum. Hann skoraði seks mál, legði seg á odda á máltindinum, og staðfesti harvið, at máltev er ikki nakað, sum bara hvørvur soleiðis.

Um onkur klaksvíkingur hevði roknað við, at teir fóru at síggja gamla KÍ venjaran, Jóannes Jakobsen, á HB liðnum (tað var hann næstsíðsta vikuskifti), so høvdu teir roknað skeivt. Eingi av gomlu fótbóltsnøvnunum, ið vóru við til at manna HB liðið á heimavøllinum fyri góðari viku síðani, vóru á listanum, og tað sást aftur í avrikinum.

KÍ leyp á støðutalvuni bukk bæði um TB og HB, sum hevur fingið 22 mál ímóti sær. Teir hava skorað eitt, og at ein so soltin úrtøku ? bæði í stigum og málum ? ikki sømir seg fyri HB, tað kunnu vit ivaleyst skjótt fáa stóra semju um ? í hvussu so er um vit fara í HB húsið at spyrja!


FS Vágar-B71 2-3 (1-2)

Bæði liðini vóru hampuliga væl mannað, og fótbóltsspælið var ikki av leið, tá havt verður í huga, at tað var 3. deild.

Í fjør var Jónsvein Thomsen næstbesti málskjúttin hjá B71 í 2. deild. Nú var hann í 3. deild, har hann skoraði tríggjar ferðir. Fyrsta málið kom longu í 3. minutti, tað næsta fimm minuttir undan steðginum, og síðsta málið heilfluktaði hann við nærra stólpan, eftir at hornaspark varð sent innfyri ? eitt flott mál.

Ingi Joensen hevði javnað fyri heimaliðið, tá hálvur tími var farin, og móti endanum trýsti FS Vágar fyri at javna. Sonni Johansen minkaði um munin við brotssparki, tá 77 minuttir. Brotssparkið varð dømt, tí Ernst Løkjá hevði brúkt hendurnar at bjarga við á strikuni. Hann sá reytt, og síðsta lítla korterið gekk tað mesta fyri seg á hálvuni hjá B71, men sandoyingarnir hóraðu undan og fóru við øllum stigunum.


TB-B68 3-2 (1-2)

Hetta mundi vera mest óvæntaða úrslitið í hesum umfarinum. Toftamenn høvdu nógv ungt fólk, og ungu eysturoyingarnir mundu í hvussu so er draga tann lærdómin, at tað altíð er torført at spæla móti TB á Sevmýri.

Vágbingar skuldu døma, og tað gjørdi ein vágbingur eisini. Men hann hevði ongan linjuverja við sær, og so vinkaðu tveir frá heimaliðnum. At tað skal vera neyðugt at taka til sovorðnar neyðloysnir er altíð harmuligt, ikki minst tá teir á útiliðnum tvíhalda um, at eitt av TB málunum varð skorað eftir at málskjúttin hevði tamt bóltin við arminum, áðrenn hann skoraði. Linjuverjin og dómarin mettu ikki støðuna soleiðis, og fyri allar partar hevði verið betri, um eisini linjuverjin hevði verið uttanveltaður.

Málskjúttarnir vóru allir unglingaspælarar. Kristian Poulsen legði B68 framum eftir átta minuttir, og átta minuttir seinni javnaði Júst Johannesen. Aftasti maður hjá B68, Mannbjørn Nesá, legði sítt lið framum aftur. 39 minuttir vóru farnir, tá hann skoraði hjá Hermani Albinus.

Eftir steðgin kom Ragnar Nolsøe inn á liðið hjá TB, og hann hevði bara verið tríggjar minuttir inni, tá hann fekk bóltin afturum Eyðun Petersen í B68 málinum. Eftir 67 minuttir smekkaði Júst Johannesen eitt beinleiðis fríspark í kassan, og so vórðu øll stigini á Sevmýri.


B36-ÍF 2-1 (0-1)

Nógvir góðir bóltspælarar vóru á vøllinum, og tað sást aftur. ÍF hevði greiða leikliga yvirvág í fyrra umfarinum, og Bárður á Lakjuni, sum var miðvallari, hevði nógv at siga. Fuglfirðingar høvdu fleiri møguleikar hetta umfarið, men Tróndur Vatnhamar vardi málið hjá B36 sera væl. Málið hjá ÍF kom longu í 2. minutti. Bárður á Lakjuni stútaði eftir hornaspark.

Longu í 33. minutti kom Áki Mørk inn á miðvøllin hjá B36, og hann var sera eyðsýndur, bæði fyri tað góða og minni góða! Tað var ungi maðurin, sum við góðum og longum skiftum var orsøkin til møguleikarnar, ið góvu mál til Bárður Olsen og Bjarna Prior, tá 71 og 73 minuttir vóru farnir. Eftir 82 minuttir fekk Áki Mørk gult kort, og tá ostaflísin eisini var á lofti fimm minuttir seinni, so kom skorpan aftaná. Seinna kortið fekk hann fyri neyðbremsu. Um hann ikki hevði brúkt hana er ikki víst, at øll stigini høvdu verið eftir í Gundadali, men tað vórðu tey, hóast B36 síðstu løtuna bara hevði tíggju menn at verja málið móti álopum frá ellivu grammum fuglfirðingum.


Úrslit:


GÍ-VB 3-3 (1-3)

0-1: Dan Djurhuus

0-2: Bergur Winther

1-2: Hans J. á Líknargøtu

1-3: Mikael í Lágabø

2-3: Jóhannes Petersen

3-3: Jóhannes Petersen


KÍ-HB 11-1 (5-0)

1-0: Finn Baldvinsson

2-0: Sørin Petersen

3-0: Sørin Petersen

4-0: Niclas Niclassen

5-0: Rani Sigurðsson

6-0: Rani Sigurðsson

7-0: Gunnleivur Biskupsstøð

8-0: Sørin Petersen

9-0: Sørin Petersen

10-0: Sørin Petersen

11-0: Sørin Petersen

11-1: Egil Olson


FS Vágar-B71 2-3 (1-2)

0-1: Jónsvein Thomsen

1-1: Ingi Joensen

1-2: Jónsvein Thomsen

1-3: Jónsvein Thomsen

2-3: Sonni Johansen


TB-B68 3-2 (1-2)

0-1: Kristian Poulsen

1-1: Júst Johannesen

1-2: Mannbjørn Nesá

2-2: Ragnar Nolsøe

3-2: Júst Johannesen


B36-ÍF 2-1 (0-1)

0-1: Bárður á Lakjuni

1-1: Bárður Olsen

2-1: Bjarni Prior


B713 3-0-018-59

B363 3-0-016-59

B683 2-0-19-36

GÍ3 1-1-113-44

VB3 1-1-15-104

ÍF3 1-0-212-113

FSV3 1-0-28-83

KÍ3 1-0-214-193

TB3 1-0-29-173

HB3 0-0-31-220