Sandoyingar uppfrá

Sandoyingar fingu trý sera kærkomin stig í Leirvík, har heimaliðið nú er í álvarsligum vanda

2. deild

Tað hevur ikki verið nakað serliga hugaligt hjá B71 seinastu nógvu umførini. Liðið, sum undan árinum hevði ætlanir um at liggja í betra endanum, har sum strítt verður um uppflyting, er steðgað at kalla heilt upp, og so hvørt sum kappingarneytarnir hava skavað stig inn undir seg, er dreymurin um uppflyting umskeplaður til eina marru um niðurflyting.
Soleiðis var í øllum førum fram til leygardagin, tí her eydnaðist loksins sandoyingunum at vinna. Og at tað so var ímóti júst LÍF, sum við hesum datt niður um strikuna, mundi ikki gera dagin hjá sandoyingum verri.
Leingi var tó líkt til, at talan skuldi verða um eina málleysa uppgerð. Bæði liðini royndu hvør í sínum lagi, men har var hampuliga langt ímillum møguleikarnar. Men í seinastu løtu gjørdu Jónsvein Thomsen um seg. Hann hevur í alt ár verið eitt av álitunum á liðnum, og nú tørvurin var størstur, var tað eisini hann, sum tryggjaði liðnum stigini.
Hjá Leirvíkingum merkti tapið hinvegin, at niðurflytingarvandin nú er heilt nær. Enn eru fýra stig niður til B68 og beinleiðis niðurflytingina, og tí bendir alt nú á, at talan verður um ein av teimum heilt avgerandi dystunum, tá B68 vitjar í Leirvík um tvær vikur. Ein dystur, sum kann avgera, hvørt leirvíkingar fyri fyrstu ferð síðani 1980 skulu síggja besta lið sítt spæla í triðju deild.

Dysturin í tølum
LÍF-B71 0-1 (0-0)
0-1: Jónsvein Thomsen