Sandoyingar tryggir

Við sigrinum á KÍ flutti B71 seg upp á triðja plássið á stigatalvuni, og nú stríðast teir brádliga fyri uppflyting

2. deild

Bæði KÍ og B71 eru góð dømi um, hvussu javnt alt hevur verið í næst bestu deildini hetta kappingarárið - tá sær verður burtur frá oddaliðnum úr Vágunum.
Sandoyingar vórðu av mongum mettir sum eitt sera gott boð til uppflytingina, men stóran part av árinum hava teir verið staddir ógvuliga niðarliga á talvuni, og til tíðir hevur talan beinleiðis verið um niðurflytingarvanda.
Hesin spøkti eisini framvegis, tá KÍ kom á vitjan leygardagin. Eins og sandoyingar, so hevði KÍ havt tað trupult stóran part av árinum, men í seinnu hálvu hevur gingið væl, og undan dystinum høvdu teir vunnið seg upp á triðja plássið í deildini.
Her steðgði tað tó í fyrstu atløgu hjá klaksvíkingunum, tí tað varð B71, sum vann dystin á Sandi. Talan var alla tíðina um ein javnan dyst, har bæði liðini høvdu sínar møguleikar at leggja seg á odda, men leingi sá tó út til, at talan skuldi gerast um málleysan javnleik.
Fram móti dystarenda eydnaðist tó sandoyingunum at avgera, tá Kristoffur Vidtfeldt brádliga kom at standa væl fyri.
Fyri heimaliðið ber sigurin fyrst og fremst við sær, at teir nú eru komnir burtur úr vandinum fyri niðurflyting. Somikið javnt er í løtuni á stigatalvuni, at teir ístaðin yvirtóku triðja plássið frá klaksvíkingunum, og megna teir at halda fast um verandi støðuna, verða tað teir, sum skulu spæla ímóti næst niðasta liðnum í fyrstu deild um upp- og niðurflyting.
Klaksvíkingar duttu sum sagt av bronsuplássinum, men hóast hetta, so er eingin orsøk hjá teimum at stúra fyri teimum báðum seinastu dystunum. Tilveran í deildini til komandi kappingarárið er mest sum tryggjað, og enn hevur liðið góðan møguleika at ogna sær heiðursmerki, men so skal talan helst verða um sigur, tá teir komandi vikuskifti fara til Vágs, har heimaliðið skal stríðast fyri yvirliving. B71 fer tá Leirvíkar har talan kann gerast um dyst, sum fær avgerandi týdning fyri rættin at spæla um upp- og niðurflyting..

Dysturin í tølum
B71-KÍ 1-0 (0-0)
1-0: Kristoffur Vidtfeldt