Sandoyingar fara at hava ferðasamband inn á fastlandið hvønn dag á páskum, eisini teir dagar, Strandferðslan ikki siglur.
Ferðafólkaskipið Froyur fer nevniliga at sigla millum Skopun og Gomlurætt Langa Fríggjadag og Páskadag.
Tað hava borgarstjórarnir á Sandoy nú gjørt av og tí hava teir nú leigað Froy at sigla ímillum Sandoy og Gomlu Rætt langa fríggjadag og páskadag.
Froyur fer at sigla tveir túrar hvønn dagin, ein um morgunin og ein um kvøldið.
- Sandoyggin hevur í longri tíð kent sviðan av, at ongir túrar eru millum Skopun og Gomlurætt umrøddu dagar í árinum, siga borgarstjórarnir.
- Tað hevur havt við sær, at fólk ið eru búsitandi á Sandoynni, og sum arbeiða inni á meginlandinum, ella uttanlands, sleppa ikki til ella frá arbeiði.
- Skulu tey arbeiða langa fríggjadag, mugu tey av oynni skírishósdag og skulu tey arbeiða páskadag, mugu tey av oynni leygardagin.
- Hetta er sera óheppið, tí páskirnar eru stór familjuhøgtíð, har fólk vilja vitja familju og vera saman.
Borgarstjórarnar á Sandoynni eru samdir um, at hetta er ein ótolandi støða, og tí verður hetta stigið nú tikið fyri at bøta um umstøðurnar.
Borgarstjórarnir átala harðliga at landið áhaldandi sleppir sær undan ábyrgd fyri at sigla um firðir og sund umtalaðu dagar, sum teir málbera seg.
- Landið hevur flutningsskyldu oyggjanna millum, og tað er ikki at vísa okkum oyggjabúgvum og familjum okkara nakran sóma, tá tað als ikki verður lagt upp fyri okkara tørvi, siga borgarstjórarnir.
- Vit síggja okkum tí noyddar, nú vit skriva 2014, at taka sakina í egnar hendur, at slóða fyri at møguligt verður hjá sandoyggjafólki at sigla millum Skopun og Gomlurætt Langa Fríggjadag og Páskadag, siga borgarstjórarnir.
|