Sandoyingar svaraðu aftur

1 DEILD: Eftir trý tap á rað reisti B71 seg við heimasigri ímóti KÍ

Mynd: Richard Goffe/B71

Síðstu vikurnar hava verið tungar hjá sandoyingum, sum ikki hava vunnið stig í trimum dystum á rað. Í gjárkvøldið eydnaðist tað at venda gongdini, tá ið B71 vann 2-1 á heimavølli ímóti KÍ.

 

Eftir 12 umfør hevur KÍ 18 stig, og B71 hevur 14 stig.

 

Brasilski B71 spælarin Romulo Bosqueiro setti hol á, tá ið tað restaðu 10 minuttir av fyrra hálvleiki. Tveir minuttir undan steðginum svaraði KÍ aftur, tá ið liðformaðurin Kristoffur Jakobsen javnaði til 1-1.

 

B71 sigursmálið skoraði Jónatan Kjærbo seks minuttir eftir steðgin.

 

Tølini siga, at talan var um javna uppgerð. B71 vann tvey hornaspørk, og KÍ vann fýra hornaspørk

 

Leygardagin fær KÍ vitjan av skálamonnum, og tá fer B71 at spæla á útivølli ímóti B68.

 

Mynd: Richard Goffe/B71