Í dag hevur B71 styrkt um sína støðu í kappingini um at flyta upp í bestu deildini. B68 hevur vitjað á Sandi, og B71 vann 3-1, eftir at hálvleiksstøðan var 1-1.
B68 legði seg beinanvegin framum. Málskjútti var Jonleif Højgaard.
Tá ið tað restaðu tíggju minuttir av 1. hálvleiki javnaði B71. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, og Símun Hansen umsetti úr ellivu metrum og til 1-1.
Nakað eftir steðgin endurtók støðan seg. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki til B71, og Símun Hansen umsetti út ellivum metrum og til mál - 2-1.
Stutt fyri leiklok økti B71 til 3-1. Í hesum førinum var talan um sjálvmál.
B71 hevur nú 38 stig og er á øðrum plássi - fimm stig aftanfyri VB/Sumba. B68 hevur 28 stig.