Sandoyingar á stigatalvuna

Sandoyingar reistu seg, eftir at teir seinasta vikuskifti vóru fyri lemjandi ósigri á Sevmýri. Leygardagin hevði B71 vitjan av sumbingum, sum eisini høvdu tapt sín fyrsta dyst, og á heimavølli eydnaðist tað B71 at vinna ein týðandi 2-1 sigur á Sumba.
Øll málini í dystinum komu fyri steðgin. Tummas P. Olsen legði tíðliga í dystinum sandoyingar á odda, tá ið hann við høvdinum bendi einum innleggi frá Clayton í málið, og tað gekk ikki long tíð, so økti Jónsvein Thomsen við einum frálíkum heilfluktara um munin til 2-0 til B71. Sumbingar góvu tó ikki skarvin yvir, og stutt fyri hálvleik eydnaðist tað teimum at minka um munin, tá ið Norbert skoraði til 2-1. Sandoyingarnir vóru omaná fyri steðgin, og teir kundu havt størri leiðslu, men vóru ikki nóg neyvir í avgerandi løtunum.
Gestirnir royndu at trýsta í seinna hálvleiki, men B71 megnaði at halda tørn, hóast teir seinasta korterið spældu við 10 monnum, eftir at Jónsvein Thomsen hevði fingið sína seinnu ávaring.
tn

B71-Sumba 2-1 (2-1)
1-0 Tummas P. Olsen
2-0 Jónsvein Thomsen
2-1 Norbert